Tá sjógvur er dálkaður við olju, ella vandi er fyri oljudálking, eigur MRCC-Tórshavn at verða fráboðað.
MRCC-Tórshavn boðar síðani Landsverk, Umhvørvisstovuni, Fiskiveiðueftirlitinum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, avvarðandi kommunu og øðrum viðkomandi myndugleikum frá.
Umhvørvisstovan ger árligar uppgerðir yvir fráboðan av oljudálkingum á sjónum, sum koma frá MRCC. Sí mynd niðanfyri.
Síðani 2001 hevur talið á fráboðanum verið millum 5 og 40. Burtursæð frá í 2014, hevur talið av fráboðanum verið á leið 10. Í 2011 kom fyri fyrstu ferð ein fráboðan um at vandi var fyri oljudálking.
Kelda: Umhvørvisstovan
Les meira um oljudálkingar her og um kanningar, sum eru gjørdar í sambandi við oljudálking, her.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um oljudálkingar, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella send okkum ein teldupost us@us.fo.